ERFA samstarvið

ERFA er eitt fakligt samstarv millum Menta Sp/f í Tórshavn og GrannskoðaraStovan í Runavík Sp/f. Samstarvið byrjaði í 2006, og leiðslurnar báðar møtast regluliga við tí fyri eyga at læra hvør av aðrari og harvið fáa eitt fakligt mennandi umhvørvi. ERFA er stovnað til tess at samstarva um størri uppgávur og menna vitanina um høvuðsyrkini: Grannskoðan, Roknskapur og Ráðgeving.

Høvuðsendamálið við ERFA er at kunna veita eina enn betri fakliga tænastu og at bjóða út skeið, ið lúka kravdu eftirútbúgvingina.

Vitja heimasíðuna hjá ERFA her.