Nýggjur portalur "innlating.fo" til XBRL ávegis

ERFA og Formula eru í ferð við at leggja síðstu hond á nýggjan portal - innlating.fo - at senda inn XBRL við.

Innlating.fo avgreiðir ársroknskapin og skattaroknskapin bæði sum PDF-fílu og XBRL-fílu beinleiðis inn til TAKS og Skráseting Føroya.

Ætlanin við portalinum innlating.fo er, at feløg sjálvi kunnu senda inn ársroknskapin og skattaroknskapin umvegis innlating.fo. Roknskapartølini og skattatølini verða tøppað inn á innlating.fo, sum so umskipar roknskapirnir til PDF-fílur og XBRL-fílur og sendir netbornar fílur inn til myndugleikarnar.

Einfalt, einki roks, alt verður avgreitt á einum staði eftir galdandi lógarkrøvum.

Væntandi verður portalurin klárur at almannakunngera í desember 2017.

ERFA Sp/f