Nýggjur XBRL portalur "innlating.fo"

ERFA og Formula hava almannakunngjørt nýggjan portal - innlating.fo - at senda inn XBRL við.

www.innlating.fo

Innlating.fo avgreiðir ársroknskapin og skattaroknskapin bæði sum PDF-fílu og XBRL-fílu til TAKS og Skráseting Føroya.

Roknskapartølini og skattatølini verða tastað inn á innlating.fo, sum so umskipar roknskapirnar til PDF-fílur og XBRL-fílur. Fílurnar kunnu lættliga takast niður og eru klárar at sendast inn umvegis Vinnugluggan.

Einfalt, einki roks, alt verður avgreitt á einum staði eftir galdandi lógarkrøvum.

ERFA  og Formula