ERFA skeið í 2019

ERFA hevur aftur í ár sett trý skeið á skrá í heyst, ið eru ætlaði at dagføra grannskoðarar, advokatar og roknskapar-/fíggjarleiðarar.

Skeið 30 verður 7. november 2019 við heitinum "Vinnufelagsrættur fyri grannskoðarar" um ráðgeving í sambandi við val, stovnan, rakstur, broytingar og avtøku av vinnufeløgum við fokus á kapitalfeløg, leiðsluformar og ábyrgd hjá grannskoðara.

Skeið 31 verður 8. november 2019 við heitinum “Ráðlegging og útinning hjá grannskoðara” um at uppfríska tað góðu skjalfestu ráðleggingina. Ein gjøgnumgongd av siðbundnu grannskoðaraprógvunum og undirliggjandi gerðir við tí endamáli at skapa reyða tráðin í samlaðu grannskoðanini.

Skeið 32 verður 6. november 2019 við heitinum “BEPS - Base Erosion and Profit Shifting” er altjóða samstarv um at tetta skattahol, fyribyrgja misbrúki av dupultskattasáttmálum og transfer prcing - armslongdarreglur.

Øll skeiðini eru góðkend eftirútbúgvingarskeið hjá bæði grannskoðarum og advokatum.

Nærri upplýsingar og tilmelding fæst á heimasíðuni hjá ERFA – http://www.erfa.fo/

MENTA Sp/f

SkeiðMENTA