Fríða Óladóttir Poulsen er skrásettur grannskoðari

Fríða Óladóttir Poulsen er vorðin skrásettur grannskoðari og er nú ein av 4 skrásettum grannskoðarum hjá MENTA.

Fríða byrjaði sína grannskoðarayrkisleið hjá Hansam og hevur hildið fram hjá MENTA, eftir at feløgini vórðu samanløgd.

Fyri at fáa heitið skrásettur grannskoðari, krevst at man hevur lisið cand.merc.aud, umframt at standa royndina sum skrásettur grannskoðari.

Fríða er tann seinasta sum hevði møguleika at fáa heitið skrásettur grannskoðari í ríkinum.

Fríðu verður ynskt hjartaliga tillukku og blíðan yrkisbyr.