MENTA nýggjan stjóra og partnara

Fríða Óladóttir Poulsen er blivin partnari og sett sum nýggjur stjóri í MENTA, sum nú hevur 3 stjórar.

Fríða fekk prógv sum cand.merc.aud í 2018. Umframt stóð hon royndina og bleiv tilnevnd skrásettur grannskoðari í fjør.

Yrkisleiðina sum grannskoðari byrjaði hon í 2003 á virkinum HANSAM hjá pápanum Óla Regin Hansen og helt fram hjá MENTA, eftir at virkini løgdu saman.

Fríða tók við sum stjóri 18. februar 2019, ið júst er dagurin fyri 11 árum síðani, tá virkini hjá Hermundi Jacobsen og Alva Nielsen løgdu saman.

Fríðu verður ynskt hjartaliga tillukku við stjórastarvinum og blíðan byr.

AnnaðMENTA