MENTA

MENTA leggur stóran dent á tætt og gott samstarv við kundarnar og at veita eina dygdargóða tænastu. Kundaskarin umboðar eina breiða viftu av øllum tí føroyska vinnulívinum umframt stovnar, kommunur, skúlar, við fleiri.

MENTA byrjaði upprunaliga sítt virksemi 1. november 1987 og er í dag størsta skrásetta grannskoðaravirkið í Føroyum við tólv starvsfólkum, harav trimum skrásettum grannskoðarum við drúgvum royndum. Hermund Jacobsen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985. Alvi S. S. Nielsen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1985 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1990. Óli Regin Hansen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985.

MENTA er undir góðskueftirliti og lýkur øll lógarásett góðskukrøv. Allir grannskoðarar hjá MENTA eru leypandi á góðkendum eftirútbúgvingarskeiðum.


    GÓÐSKUÆTLAN

    MENTA strembar eftir at veita einfaldar og haldgóðar loysnir, sum geva góð fíggjarlig úrslit fyri kundan

    • at vera til taks, tá ið kundin hevur brúk fyri okkum
    • at avgreiða arbeiðið skjótt og fullgott
    • at útvega til ásettu tíð og fyri rímiligan kostnað
    • at vera holl í ráðum
    • at vera dagførd