Menta

Vit leggja stóran dent á tætt og gott samstarv við okkara kundar og at veita eina dygdargóða tænastu. Kundaskarin umboðar eina breiða viftu av øllum tí føroyska vinnulívinum umframt stovnar, kommunur, skúlar við fleiri.

MENTA byrjaði upprunaliga sítt virksemi 1. november 1987 og telist í dag millum størru  grannskoðanarvirkini við fjúrtan starvsfólkum, harav fýra skrásettum grannskoðarum við drúgvum royndum. Hermund Jacobsen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985. Alvi S. S. Nielsen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1985 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1990. Óli Regin Hansen hevur starvast sum grannskoðari síðan 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985. Fríða Óladóttir Poulsen hevur starvast sum grannskoðari síðan 2003 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 2018.

MENTA er undir góðskueftirliti og lýkur øll lógarásett góðskukrøv. Allir grannskoðarar hjá MENTA eru leypandi á góðkendum eftirútbúgvingarskeiðum.


Góðskuætlan

MENTA strembar eftir at veita einfaldar og haldgóðar loysnir, sum geva góð fíggjarlig úrslit fyri kundan

  • at vera til taks, tá ið kundin hevur brúk fyri okkum

  • at avgreiða arbeiðið skjótt og fullgott

  • at útvega til ásettu tíð og fyri rímiligan kostnað

  • at vera holl í ráðum

  • at vera dagførd