Grannskoðan

Ein grannskoðaraváttan tryggjar, at ársroknskapurin gevur eina rættvísa mynd av framda virkseminum. Grannskoðanin er gjøgnumgongd og rannsakan av bókhaldi og roknskapi í mun til samtyktir og lógir - í mongum førum førir úrslitið av grannskoðanini við sær góð ráð, sum kunnu hjálpa at skapa betri úrslit og størri búskaparliga trygd.


Grannskoðanarátekningar

Ein grannskoðari kann velja ímillum fýra ymisk sløg av átekningum á ein ársroknskap. Átekningin gevur ymiska trygd fyri neyvleika um upplýsingarnar í ársroknskapinum. Valið eigur at grundast á eina ítøkiliga meting av tørvinum hjá virki tínum, lógarkrøvum og boðskapinum, tú ynskir at senda umheiminum, t.d. tínum banka, Taks, ella tínum kundum og veitarum.

Eingin átekning – eingin trygd

Fyritøkan og leiðslan svara fyri upplýsingunum í roknskapinum, og at roknskapurin er uppsettur samsvarandi lógarkrøvum.

1 - Roknskaparhjálp frá góðkendum grannskoðara – eingin trygd

Við roknskaparhjálp hjálpir grannskoðarin leiðsluni at uppseta ársroknskapin samsvarandi lóggávuni.

Við roknskaparhjálp gevur grannskoðarin eina átekning uttan trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum, tí grannskoðarin ger einki eftirlit av upplýsingunum í ársroknskapinum.

Ein góðkendur grannskoðari kann ikki geva eina átekning um roknskaparhjálp, um roknskapurin hevur týðiligar feilir.

2 - Gjøgnumgongd (review) av roknskapinum – avmarkað trygd

Ein gjøgnumgongd gevur avmarkaða trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum.

Við einari gjøgnumgongd tekur grannskoðarin støði í upplýsingum frá leiðsluni. Í høvuðsheitum fevnir gjøgnumgongdin um greiningar og fyrispurningar til leiðsluna. Grannskoðarin víðkar bert eftirlitið av upplýsingunum, um greiningin og fyrispurningar geva orsøk til tað.

3 - Víðkað gjøgnumgongd – avmarkað trygd

Víðkað gjøgnumgongd gevur avmarkaða trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum. Við einari víðkaðari gjøgnumgongd tekur grannskoðarin støði í upplýsingum frá leiðsluni. Í høvuðsheitum fevnir ein víðkað gjøgnumgongd av roknskapinum um greiningar, fyrispurningar til leiðsluna og eina meting av útvegaðum prógvum.

Fyri at fáa størri trygd í mun til eina gjøgnumgongd (review) ger grannskoðarin harumframt eina røð av serligum ískoytisgerðum.

4 - Grannskoðan – høg trygd

Ein grannskoðan gevur høga trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum. Við einari grannskoðan ger grannskoðarin greiningar og fyrispurningar til leiðsluna og hevur harafturat eftirlit við týðandi postum í roknskapinum við m.a. at útinna fysiskt eftirlit, eygleiðingar, innheintan av uttanhýsis prógvi o.a.

Eftirlitið av upplýsingum er ein týðandi partur av arbeiðinum í eini grannskoðan.