Kunning

 

Brúk fyri hjálp?

Vit eru altíð tøk til eitt prát, um tú hevur brúk fyri hjálp til roknskap, bókhald ella aðrar tænastur, ið vit veita.

 

Um okkum

MENTA leggur stóran dent á tætt og gott samstarv við kundarnar og at veita eina dygdargóða tænastu. Kundaskarin umboðar eina breiða viftu av øllum tí føroyska vinnulívinum umframt stovnar, kommunur, skúlar, við fleiri.

bakgrund1.png

 

Okkara tænastur

    • Partafelagsskattur

    • Persónsskattur

    • Sjálvuppgávur

    • Kapitalvinningsuppgerðir

    • Ognaruppgerðir

    • Meirvirðisgjald

    • Avgjøld

  • Ein grannskoðaraváttan tryggjar, at ársroknskapurin gevur eina rættvísa mynd av framda virkseminum. Grannskoðanin er gjøgnumgongd og rannsakan av bókhaldi og roknskapi í mun til samtyktir og lógir - í mongum førum førir úrslitið av grannskoðanini við sær góð ráð, sum kunnu hjálpa at skapa betri úrslit og størri búskaparliga trygd.

    • Grannskoðan

    • Víðkað gjøgnumgongd

    • Gjøgnumgongd (review)

    • Grannskoðanarátekningar - hvat er munurin?

    Les meira um ymsu átekningarnar>

  • Ársroknskapurin er eitt týðandi amboð, sum bæði innanhýsis og uttanhýsis íognarar brúka at meta um vinning, lániføri og styrki annars. Nøkur viðurskifti í ársroknskapinum kunnu vera heldur fløkjaslig, og tá er hent við skikkaðari roknskaparhjálp

  • Vinnulig virki eru lógarbundin kravinum um bókhald - hetta er bæði galdandi fyri partafeløg, íognarfeløg og einstaklingavirki. Leiðslan hevur ábyrgd av, at bókhaldið verður fyriskipað í samsvari við góðan bókhaldsskikk og við fyriliti til slag og stødd av virki.

    • Íverksetan og byrjan av nýggjum virksemi

    • Virkis- og búskaparætlanir

    • Leiðslu- og fíggjarráðgeving

    • Samanlegging og kloyving av virkjum

    • Keyp og søla av virkjum

    • Uppathald og uppgerð av virkjum

    • Hjálp og ráðgeving innan øll fíggjarøki

  • Skjalagoymslan inniheldur ymisk hent skjøl, til dømis tveir hentir listar, ið gera tað lættari at avgreiða goymsluuppgerðir og at fyrireika ársgrannskoðanina.

    Far til skjalagoymslu >

  • Innlating.fo er ein føroyskur XBRL-Innlatingarportalur, sum er ætlaður feløgum at lata ársroknskap inn til TAKS og Skráseting Føroya í XBRL formati, sambært lógarkravi.

    Les meira >

  • ERFA er eitt fakligt samstarv millum Menta í Tórshavn og Grannskoðarastovuna í Runavík, ið skipar fyri førleikamennandi skeiðum

    Les meira >