Menta leitar eftir næmingi
Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir ágrýtnum og nærløgdum grannskoðaranæmingi at byrja sum skjótast.
Vit bjóða tær:
· Eitt starv har tú fært stóra fakliga vitan og breitt innlit í vinnuna.
· Eitt spennandi og broytiligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
· Skeiðs- og útbúgvingar møguleikar.
· Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Les meira um okkum á www.menta.fo
Vit vænta at tú:
· Hevur hóskandi útbúgving.
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
· Ert væl skipað/ur og hevur góðan telduførleika.
· Ert jalig/ur fyri fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og tíðarbilum við broytiligum arbeiðstíðum.
Er hetta nakað fyri teg?
So send okkum eina skrivliga umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum til frida@menta.fo Umsóknarfreistin er 12. januar 2026.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðu Poulsen á tlf. 780908 ella á frida@menta.fo