Grannskoðanarátekningar – hvat er munurin?

Ein grannskoðari kann velja ímillum fýra ymisk sløg av átekningum á ein ársroknskap. Átekningin gevur ymiska trygd fyri neyvleika um upplýsingarnar í ársroknskapinum.

Valið eigur at grundast á eina ítøkiliga meting av tørvinum hjá virki tínum, lógarkrøvum og boðskapinum, tú ynskir at senda umheiminum, t.d. tínum banka, Taks, ella tínum kundum og veitarum.

Eingin átekning – eingin trygd

Fyritøkan og leiðslan svara fyri upplýsingunum í roknskapinum, og at roknskapurin er uppsettur samsvarandi lógarkrøvum.

Roknskaparhjálp frá góðkendum grannskoðara – eingin trygd

Við roknskaparhjálp hjálpir grannskoðarin leiðsluni at uppseta ársroknskapin samsvarandi lóggávuni.

Við roknskaparhjálp gevur grannskoðarin eina átekning uttan trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum, tí grannskoðarin ger einki eftirlit av upplýsingunum í ársroknskapinum.

Ein góðkendur grannskoðari kann ikki geva eina átekning um roknskaparhjálp, um roknskapurin hevur týðiligar feilir.

Gjøgnumgongd (review) av roknskapinum – avmarkað trygd

Ein gjøgnumgongd gevur avmarkaða trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum.

Við einari gjøgnumgongd tekur grannskoðarin støði í upplýsingum frá leiðsluni. Í høvuðsheitum fevnir gjøgnumgongdin um greiningar og fyrispurningar til leiðsluna. Grannskoðarin víðkar bert eftirlitið av upplýsingunum, um greiningin og fyrispurningar geva orsøk til tað.

Víðkað gjøgnumgongd – avmarkað trygd

Víðkað gjøgnumgongd gevur avmarkaða trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum. Við einari víðkaðari gjøgnumgongd tekur grannskoðarin støði í upplýsingum frá leiðsluni. Í høvuðsheitum fevnir ein víðkað gjøgnumgongd av roknskapinum um greiningar, fyrispurningar til leiðsluna og eina meting av útvegaðum prógvum.

Fyri at fáa størri trygd í mun til eina gjøgnumgongd (review) ger grannskoðarin harumframt eina røð av serligum ískoytisgerðum.

Grannskoðan – høg trygd

Ein grannskoðan gevur høga trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum. Við einari grannskoðan ger grannskoðarin greiningar og fyrispurningar til leiðsluna og hevur harafturat eftirlit við týðandi postum í roknskapinum við m.a. at útinna fysiskt eftirlit, eygleiðingar, innheintan av uttanhýsis prógvi o.a.

Eftirlitið av upplýsingum er ein týðandi partur av arbeiðinum í eini grannskoðan.

MENTA
skrásettir grannskoðarar Sp/f