Gott nýttár øll somul!
Eitt nýtt ár er byrjað og tað merkir, at undanfarna roknskaparár skjótt skal gerast upp. Her eru nøkur ting at hava í huga í samband við roknskaparárslok og nakrar innlatingarfreistir at minnast.
At hava í huga:
· Minst til at fáa allar inntøkur og allar útreiðslur við í røttum ári.
· Minst til at avstemma lønir, banka, skuldarar og ognarar vm. við roknskaparárslok.
· Minst til at telja vørugoymsluna upp pr. roknskaparárslok.
Nágreiniligur minnislisti og goymslulisti kann heintast á okkara heimasíðu: http://www.menta.fo/tak-niur-skjl
Freistirnar fyri innlating í 2021 eru hesar:
· Freistin hjá borgarum at lata sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu er 1. mai 2021.
· Freistin hjá sjálvstøðugum vinnurekandi at lata roknskap inn er 1. mai 2021.
· Freistin hjá feløgum at lata inn roknskap, partafelagssjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu við tilhoyrandi skjølum er 1. juli 2021.
Tørvar tær hjálp í hesum sambandi, hjálpa vit fegin.
MENTA SP/F
menta@menta.fo - Tlf 780 900