Vit sóknast eftir grannskoðara
Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum grannskoðara við royndum til skrivstovu okkara.
Vit bjóða tær:
• Eitt starv har tú fært stóra fakliga vitan og breitt innlit í vinnuna.
• Eitt spennandi og broytiligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
• Skeiðs- og útbúgvingar møguleikar.
• Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Les meira um okkum á www.menta.fo
Vit vænta at tú:
• Hevur hóskandi hægri útbúgving og neyðugar arbeiðsroyndir.
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
• Ert væl skipað/ur og hevur góðan telduførleika.
• Ert jalig/ur fyri fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og tíðarbilum við broytiligum arbeiðstíðum.
Starvið verður sett sum skjótast ella eftir avtalu.
Er hetta nakað fyri teg?
So send okkum eina skrivliga umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum til frida@menta.fo Umsóknarfreistin er 9. november 2026.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðu Poulsen á tlf. 780908 ella á frida@menta.fo