Menta leitar eftir næmingi og grannskoðara við royndum

Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir ágrýtnum og nærløgdum grannskoðaranæmingi og  grannskoðara við royndum.

Vit bjóða tær:

·         Eitt starv har tú fært stóra fakliga vitan og breitt innlit í vinnuna.

·         Eitt spennandi og broytiligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.

·         Skeiðs- og útbúgvingar møguleikar.

·         Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Les meira um okkum á www.menta.fo

Vit vænta at tú:

·         Hevur hóskandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir.

·         Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

·         Ert væl skipað/ur og hevur góðan telduførleika.

·         Ert jalig/ur fyri fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og tíðarbilum við broytiligum arbeiðstíðum

 Størvini verða sett eftir avtalu.

Er hetta nakað fyri teg?

So send okkum eina skrivliga umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum til frida@menta.fo Umsóknarfreistin er 21. september 2025.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðu Poulsen á tlf. 780908 ella á frida@menta.fo

Mark Højgaard