Grannskoðaranæmingur til Menta
Hevur tú áhuga fyri tølum, vinnulívi og eitt ynski um at menna teg fakliga? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av okkara toymi. Vit leita eftir einum ágrýtnum og nærløgdum grannskoðaranæmingi at byrja á skrivstovu okkara 1. september 2026.
Menta Sp/f er eitt góðkent grannskoðanarvirki við staðseting í Tórshavn. Her starvast í løtuni 15 dugnalig starvsfólk. Vit veita tænastur, ráðgeving og loysnir innan roknskap, grannskoðan, bókhald, skatt og aðrar seruppgávur.
Hjá okkum kanst tú vænta tær:
eitt starv, har tú fært stóra fakliga vitan og breitt innlit í vinnuna.
eitt spennandi og broytiligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum.
skeiðs- og útbúgvingar møguleikar.
løn og setanartreytir sambært avtalu.
Les meira um okkum á www.menta.fo
Vit leita eftir tær sum,
hevur hóskandi útbúgving, so sum miðnám ella aðra líknandi útbúgving.
dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
ert væl skipað/ur og hevur góðan telduførleika.
trívist í einum arbeiðsdegi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og skiftandi arbeiðsbyrðu.
hevur áhuga og dirvi at byrja uppá HD útbúgvingina, samstundis sum tú arbeiðir.
Um HD-útbúgvingina:
HD útbúgvingin er ein vinnurættað hægri úbúgving innan búskap, roknskap og vinnuviðurskifti. HD útbúgvingin er býtt upp í tveir partar og tekur 4 ár tilsamans. Skúlagongdin er aftaná arbeiðstíð og bæði skúlagongd og próvtøkur eru á Glasi.
Les meira um HD útbúgvingina her: https://www.glasir.fo/breytir/hd/
Er hetta nakað fyri teg?
So send okkum eina skrivliga umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum til frida@menta.fo. Umsóknarfreistin er 14. juni 2026.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðu Poulsen á tlf. 780908 ella á frida@menta.fo.