ERFA skeið í 2016

ERFA hevur aftur í ár sett trý skeið á skrá í heyst, ið eru ætlaði at dagføra grannskoðarar, advokatar og roknskapar-/fíggjarleiðarar.

Skeið 22 verður 26. oktober 2016 við heitinum “Tað nýggjasta um skatt” um seinastu lógarbroytingarnar og skattamál, ið eru frammi í løtuni.

Skeið 23 verður 17. november 2016 við heitinum “Tað nýggjasta um grannskoðan” ið gjøgnumgongur dagføringar seinastu árini og økir, har serligt ansni krevst.

Skeið 24 verður 18. november 2016 við heitinum "Tað nýggjasta um roknskap" ið gjøgnumgongur seinastu lógarbroytingar, ið ávirka ársroknskapin fyri smá- og miðalstór virkir.

Øll skeiðini eru góðkent eftirútbúgvingarskeið hjá bæði grannskoðarum og advokatum.

Nærri upplýsingar og tilmelding fæst á heimasíðuni hjá ERFA – http://www.erfa.fo/

MENTA Sp/f

SkeiðMENTA