Nýggj krøv frá TAKS

Taks hevur ásett í kunngerð, at allir skattaroknskapir fyri 2016 skulu innlatast talgilt umvegis Vinnugluggan. Feløg, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya, fara at skula lata ársfrásøgn og skattligar sundurgreiningar inn í bæði PDF- og XBRL-formati.

Frá 1. januar 2016 skulu allir skattaroknskapir uppsetast eftir sama leisti. Til tess at lúka krøvini frá Taks er umráðandi at tillaga bókhaldið sambært roknskaparleistunum, sum Taks hevur uppsett. Teir eru uppsettir í tveimum:

  • Greinbýttur (arts-býttur) - 33 postar (handilsvirki)
  • Starvsbýttur (funktións-býttur) - 55 postar (framleiðsluvirki)

Serliga eru tað rakstrarpostarnir, sum kunnu víkja frá núverandi og vanligu kontoplanunum. Flestar kontoplanir eru tó greinbýttir, og tí verða flestu roknskapir uppsettir sambært roknskaparleistinum við 33 postum. Framleiðsluvirki skulu tó nýta starvsbýtta roknskaparleistin við 55 postum.

Yvirlit yvir minstukrøv til kontoskipan fyri feløg, ið gera skattaroknskap (grein-býttur) kann síggjast HER

Vit heita vinarliga á tykkum um at kanna, um kontoplanur tykkara lýkur krøvini til sundurgreining sambært ásetingunum frá Taks.

Felagsskapir og vinnugreinarnar landbúnaður, hýruvognar, útleigan og einstaklingavirkir, ið bert gera skattligar sundurgreiningar, fara framhaldandi at skula lata inn í Excel-formi. Serstøku krøvini eru galdandi frá 1. januar 2016.

Kunngerðin sæst á www.taks.fo

MENTA brynjar seg til hesar tøkniligu broytingar og hevur fingið føroyska teldufyritøku at forrita nýggjar telduskipanir, ið lúka krøvini hjá øllum okkara kundum at senda talgildar roknskapir sum XBRL-fílur inn til bæði Taks og Skráseting Føroya.

Vit eru sjálvandi fús at hjálpa og vegleiða, um tygum eru í iva.

MENTA
skrásettir grannskoðarar Sp/f

Roknskapur, SkatturMENTA