Víðkað gjøgnumgongd
Ein fyritøka hevur eftir § 135 í ársroknskaparlógini skyldu at gera eina ársfrásøgn. Álagt er eisini í somu grein, at ársroknskapurin skal grannskoðast av einum góðkendum grannskoðara. Tó kunnu feløg og haldfeløg í flokki B velja frá at fremja grannskoðan eftir váttanarstandardi fyri smærri fyritøkur ella velja eina víðkaða gjøgnumgongd.
Víðkað gjøgnumgongd er ein minni víðfevnandi valmøguleiki hjá smá- og miðalstórum fyritøkum, ið eru fevnd av grannskoðan. Men um ikki brúk er fyri váttan við fullari trygd, sum ein grannskoðan gevur, er víðkað gjøgnumgongd ein nýggjur valmøguleiki, ið gevur avmarkaða vissu fyri niðurstøðum um ársroknskapin.
Nýggja “mini” grannskoðanin, ið hon eisini verður nevnd, er júst ætlað at geva smærri fyritøkum møguleikan fyri eina gjøgnumgongd av ársroknskapinum, sum í størri mun passar til tørvin hjá felagnum.
Um felagið í tvey fylgjandi roknskaparár ikki fer upp um tvey av fylgjandi støddarmørkum:
- Ein fíggjarjavna upp á 12 mió.kr.,
- Eina nettosølu upp á 24 mió.kr. og,
- Miðaltal gjøgnum roknskaparárið av heiltíðarsettum starvsfólkum upp á 15
Tað merkir, at tey feløg, sum lúka hesi støddarmørk, á ársaðalfundinum í 2015 kunnu velja, at ársroknskapurin fyri 2015 kann verða grannskoðaður eftir váttanarstandardinum um víðkaða gjøgnumgongd.
Tað skal framganga av aðalfundarfrásøgnini, at á aðalfundinum er samtykt, at grannskoðanin í framtíðini skal vera gjørd sum víðkað gjøgnumgongd. Neyðugt er ikki at fráboða Skráseting Føroya um avgerðina.
Víðkað gjøgnumgongd er kunngjørd tann 22. mai 2015.
Vit eru sjálvandi fús at hjálpa og vegleiða, um tygum eru í iva.
MENTA
skrásettir grannskoðarar Sp/f