Innlating.fo

Innlating.fo er ein føroyskur XBRL-Innlatingarportalur, sum er ætlaður feløgum at lata ársroknskap inn til TAKS og Skráseting Føroya í XBRL formati, sambært lógarkravi. XBRL stendur fyri eXtensible Business Reporting Language og er ein altjóða standardur til rapportering av roknskaparupplýsingum.

Við skipanini Innlating.fo ber til at framleiða Ársfrásøgn og Skattafrásøgn til ávikavist Skráseting Føroya og Taks og at fáa prentað eitt eintak út.

Innlating.fo ger fílurnar klárar, soleiðis at tú lættliga kanst senda hesar inn umvegis Vinnugluggan.

Við at nýta Innlating.fo fær ein uppsett roknskapin sambært teim krøvum sum Taks og Skrásetingin seta til innlating av ársroknskapinum.

Skipanin Innlating.fo er gjørd so einføld at brúka sum til ber.


Erfa og Formula eru felags um Innlating.fo-skipanina, sum er ment í Føroyum.
Erfa er stovnað av grannskoðanarvirkinum MENTA spf. og Grannskoðarastovan spf. Sí meira um Erfa her:
www.erfa.fo
P/F Formula er veitari innan EDV, prenting og aðrar tænastur til føroyska marknaðin.