Skerjingar í lønarískoytinum frá ALS

Við kunngerð nr. 51 lýst 17. apríl 2020 verða gjørdar skerjingar í korona lønarískoytinum frá ALS.

Broytingin snýr seg í høvuðsheitum um skerjing í útgjaldinum, um persónur hevur inntøkur frá øðrum arbeiðsgevara. Við ”øðrum arbeiðsgevara” skal skiljast; ein annar arbeiðsgevari enn tann, ið hevur sent starvsfólki heim orsakað av Covid19. 

Broytingin í stuttum:

Lønarískoytið kann verða skert um samlaða upphæddin av lønarískoytinum og A-inntøku, ið starvsfólkið hevur fingið frá øðrum arbeiðsgevara, fer upp um 27.000 kr. um mánaðin.

o   Fyri hvørja krónu sum samlaða upphæddin fer upp um 27.000 kr/mðr. verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.

o   Fyri hvørja krónu sum samlaða upphæddin fer upp um 37.000 kr/mðr. verður lønarískoytið skert við 1 krónu.

o   Um samlaða A-inntøkan frá øðrum arbeiðsgevara fer upp um 32.000 kr./mðr. dettur rætturin til lønarískoytið burtur.

MENTA