SUMMARFRÍ 2016

Vit lata skrivstovuna aftur vegna summarfrí frá mánadegnum 25. juli 2016. Opið verður aftur mánadagin 22. august 2016. Øllum viðskiftafólki verður ynskt eitt gott summar.

Read More
MENTA
Víðkað gjøgnumgongd

Ein fyritøka hevur eftir § 135 í ársroknskaparlógini skyldu at gera eina ársfrásøgn. Álagt er eisini í somu grein at ársroknskapurin skal grannskoðast av einum góðkendum grannskoðara. Tó kunnu feløg og haldfeløg í flokki B velja frá at fremja grannskoðanin eftir váttanarstandardi fyri smærri fyritøkur ella velja eina víðkaða gjøgnumgongd.

Read More
Nýggj krøv frá TAKS

Taks hevur ásett í kunngerð, at allir skattaroknskapir fyri 2016 skulu innlatast talgilt umvegis Vinnugluggan. Feløg, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya, fara at skula lata ársfrásøgn og skattligar sundurgreiningar inn í bæði PDF- og XBRL-formati.

Read More
Roknskapur, SkatturMENTA