Gott nýttár øll somul!

Eitt nýtt ár er byrjað og fyri nógv sjálvstøðug vinnurekandi og feløg merkir tað, at undanfarna roknskaparár skjótt skal gerast upp. Her eru nøkur ting at hava í huga í samband við roknskaparárslok og nakrar innlatingarfreistir at minnast.   

At hava í huga:

·       Minst til at fáa allar inntøkur og allar útreiðslur við í røttum ári.

·       Minst til at avstemma lønir, banka, skuldarar og ognarar vm. við roknskaparárslok.

·       Minst til at telja vørugoymsluna upp pr. roknskaparárslok.

Nágreiniligur minnislisti og goymslulisti kann heintast á heimasíðu okkara www.menta.fo

Freistirnar fyri innlating í 2024 eru hesar:

·       Freistin hjá borgarum at lata sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu er 1. mai 2024.

·       Freistin hjá sjálvstøðugum vinnurekandi at lata roknskap inn er 1. mai 2024.

·       Freistin hjá feløgum at lata inn roknskap, partafelagssjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu við tilhoyrandi skjølum er 1. juli 2024.

MENTA SP/F

menta@menta.fo - Tlf 780 900

Fríða Poulsen