XBRL-roknskapir inni áðrenn árslok 2017

Øllum partafeløgum og smápartafeløgum er álagt at senda inn bæði ársroknskap og skattaroknskap í XBRL-formati í seinasta lagi 31. desember 2017.

MENTA hevur neyðuga førleikan og gjørt íløgur í tøkni. Føroysk teldufyritøka hevur forritað okkum nýggjar telduskipanir at senda talgildar roknskapir sum XBRL-fílur inn til bæði TAKS og Skráseting Føroya.

Feløgum, ið hava frávalt grannskoðan, kunnu vit somuleiðis hjálpa at innlata roknskapir sum XBRL-innlating.

Vit eru sjálvandi fús at hjálpa og vegleiða, um tygum eru í iva.

MENTA Sp/f

Roknskapur, SkatturMENTA