KORONA - Longd gjaldsfreist at rinda tollkredit

Sum partur av hjálparpakka 2 hjá landsstýrinum í sambandi við koronasmittuna, er gjaldsfreistin at rinda tollkreditt longd við 90 døgum.

Tað vil siga, at tollur og avgjøld, ið skuldu verða goldin 28. apríl, 28. mai og 28. juni 2020, verða í staðin goldin 28. juli, 28. august og 28. september 2020.

Les meira um tollkredit á heimasíðuni hjá TAKS: https://www.taks.fo/fo/taks/tidindi/longd-gjaldsfreist-at-rinda-tollkreditt/

AnnaðFríða Poulsen