Korona – stuðul sjúkradagpeningur

Við virkna frá 12. mars og fram til 30. juni 2020 kunnu arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum fáa endurgoldið lønarkostnaðin til starvsfólk, sum eru smittaði, ella sum heilsumyndugleikarnir hava sett í ella mælt til at fara í sóttarhald.

Dagpeningurin er 80% av lønini millum FAG og FAF, tó í mesta lagi 948 kr/dag ella 4.739 kr/vikuna. Eftirløn verður ikki løgd afturat dagpeninginum. Fyri mánaðarlønt kann seinasta útgoldna mánaðarlønin nýtast sum inntøkugrundarlag.

Arbeiðsgevarin skal ikki afturrinda landskassanum dagpeningin fyri 1. og 2. fráverudag ið skyldast korona. Váttanin frá arbeiðsgevara er javnsett við læknaváttan, tó kann Almannaverkið krevja læknaváttan.

Fyri at fáa endurrindað frá 1. fráverudegi skal umsóknin vera inni hjá Almannaverkinum áðrenn 90 dagar eftir 1. fráverudag. Annars verður endurgoldið frá móttøkudegi.

Sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar kunnu fáa útgoldið frá sjálvteknaðu trygging teirra dagin eftir, at umsóknin um trygging er latin inn til Almannaverkið. Stjórar, sum eisini eru partaeigarar í fyritøkuni, fáa ikki sjúkradagpening.

Persónar, sum fáa fólkapensjón ella eru fyltir 70 ár, fáa eisini dagpening. Dagpeningurin er í mesta lagi 500 kr/dag íroknað frítíðarløn.

Menta veitir fegin ráðgeving og hjálp til kundar og aðrar fyritøkur.

 

AnnaðFríða Poulsen