Korona – Lønarískoyti frá ALS

Við virkna frá 12. mars og fram til 30. juni 2020 kunnu starvsfólk hjá fyritøkum fáa lønarískoyti frá ALS fyri niðursetta arbeiðstíð vegna korona, og setanartilknýtið heldur fram.

Lønarískoytið er max. 20.000 kr/mðr. svarandi til 115,38 kr/tím. fyri max. 40 tíma viku. Lønarískoytið er eftir sama brøki, starvsfólkið fer niður í parttíð. ALS rindar ikki frítíðarløn, men eftirlønargjald.

Stjórar í s.s. kapitalfeløgum (P/f, Sp/f, ÍVF) og fiskimenn eru at meta sum starvsfólk og kunnu eisini nýta hesa skipan. Lærlingar fáa í mesta lagi lønarískoyti samsvarandi sáttmála.

Ítróttarfólk og arbeiðandi fólkapensjónistar kunnu eisini fáa lønarískoyti vegna inntøkumiss av korona.

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum tekna eina arbeiðsloysistrygging fyri 3.000 kr/ár, fáa eisini lønarískoyti vegna korona.

Arbeiðsgevarin sendir ALS fráboðan um arbeiðsloysi og avgreiðir øll viðurskiftir vegna starvsfólkini.

Nærri og leypandi kunning sæst eisini á ALS heimasíðuni www.als.fo.

Menta veitir fegin ráðgeving og hjálp til kundar og aðrar fyritøkur.

 

AnnaðMENTA