KORONA - MVG freistin er útsett til 16. november

Sum partur av hjálparpakka 1 til vinnuna, hevur løgtingið samtykt at útseta freistina fyri at innlata og avrokna mvg fyri 1. ársfjórðing 2020.

Freistin, ið áður var 11. mai, er nú ásett at vera 16. november 2020. Tað ber tó framvegis til at avgreiða mvg til vanliga tíð, og at rinda og fáa afturborið mvg.

Hóast hetta, vilja vit á MENTA ráða okkara kundum til at hava bókhaldið dagført og at avgreiða mvg-uppgerðir sum vant, um hetta letur seg gera. Vit hjálpa fegin.

SkatturFríða Poulsen