Korona - Ll 45 Stuðulskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av covid19

Sum partur av hjálparpakka 2 hjá landsstýrinum í samband við koronasmittuna, er lógtingslóg nr. 45 samtykt. Við hesi lóg kunnu fyritøkur søkja um stuðul til fastar útreiðslur.

Sum fastar útreiðslur verður at meta skjalprógvaðar fastar útreiðslur, so sum húsaleiga, rentur, trygging, óuppsigiligar avtalubundnar útreiðslur í tíðarskeiðnum (t.d. leasing), el, hiti o.a. Tó verða fastar útreiðslur nærri allýstar í kunngerð.   

Stuðulin verður veittur til fyritøkur, sum í tíðarskeiðinum 1. apríl 2020 til 30. juni 2020 hava havt munandi afturgongd í umsetninginum - í mun til tilvísingartíðarskeiðið 1. apríl 2019 til 30. juni 2019.

Stuðul verður veittur soleiðis:

1) 75% av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 60-100%.

2) 50% av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 40-60%.

Stuðulin er í mesta lagi 80.000 kr. fyri hvørja fyritøku um mánaðin.

Fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki kunna vátta greitt við tilvísing til eitt tilvísingartíðarskeið, og sum orsakað av COVID-19 antin hava mist allan umsetningin, ella meira enn 40% av væntaða umsetninginum, hava eisini rætt til stuðul.

Fyri at stuðul kann verða rindaður eru ymsar treytir galdandi, m.a. at feløg ikki skulu rinda vinningsbýti komandi árini, støddarmark fyri samsýning til stjórar og skattligt yvirskot hjá sjálvstøðugum vinnurekandi osv.

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skipanina, undir hesum um stuðulin, hvørjar fyritøkur koma undir skipanina, hvørjar útreiðslur eru fastar útreiðslur, afturgongd í umsetningi, endurrindan, fylgitreytir fyri at fáa stuðul, rindan av stuðuli, krøv til umsóknir, undir hesum at umsóknir skulu fara gjøgnum Vinnugluggan, skjalprógvan, roknskap, grannskoðan og frágreiðingar.

TAKS sum fer at umsita stuðulsskipanina, sum verður í gildi frá 1. apríl til 30. juni 2020.

MENTA veitir fegin ráðgeving og hjálp til kundar og aðrar fyritøkur, ið ynskja at søkja um hendan stuðul.

AnnaðMENTA