Korona - Hjálparpakki 2 er samtyktur

Tann 6. apríl 2020 samtykti løgtingið hjálparpakka 2 hjá landsstýrinum.

Hjálparpakki 2 fevnir um hesar kunngerðir og lógir:   

·       Ll 40 Gjaldsfreistin á tollkredittum verður longd 3 mðr.

·       Ll 42 Fólkapensjónistar fáa rætt til dagpening vegna Korona.

·       Ll 43 Dagføringar verða gjørdar í ALS-lógini í samband við Korona.

·       Ll 44 Persónar 67 ár og eldri á privata arbeiðsmarknaðinum fáa rætt til lønarískoyti vegna Korona.

·       Ll 45 Stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av Korona.

·       Ll 46 VMR fær heimild í kunngerð at leingja innlatingarfreistirnar sambært VFL og ÁRL.

·       Ll 47 FMR fær heimild í kunngerð at leingja innlatingarfeistirnar sambært Skattalógini.

Hesin hjálparpakkin er sostatt ætlaður til at styrkja um vinnulívið við eini stuðulskipan til fastar útreiðslur hjá fyritøkum, umframt at leingja tollkredittir og aðrar innlatingarfreistir. Hartil verða eisini dagføringar gjørdar av ALS skipanini, soleiðis at ítróttarfólk og arbeiðandi fólkapensjónistar kunnu fáa lønarískoyti, um tey hava inntøkumiss orsakað av Korona.

AnnaðFríða Poulsen