Korona - Menta veitir hjálp í samband við hjálparpakkar

Til viðskiftafólk okkara og onnur ið tørva hjálp í sambandi við Korona-stuðul.

Í sambandi við Korona-kreppuna, hevur Løgtingið sett saman ein hjálparpakka, sum er ætlaður teimum fyritøkum sum eru komnar illa fyri, orsakað av kreppuni.

Neyðugt verður at søkja um stuðulin, og vit bjóða okkum at hjálpa tykkum við umsóknini og váttanini, sum verður kravd. Nærri kunning kemur á heimasíðu okkara so skjótt hjálparpakkin er samtyktur.

Meiri fæst at vita við at venda sær til okkum.

Latið okkum vinarliga frætta um tit hava brúk fyri hjálp.

Vinarliga

Menta
Skrásett grannskoðanarvirki

AnnaðMENTA