Nú skulu allir eigarar skrásetast

Frá 1. februar 2022 er krav at øll feløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar og veruligar eigarar, í kt-skipan hjá Skráseting Føroya, sambært kunngerð nr. 5 frá 19. januar 2022.

Í hesum sambandi skulu øll feløg útfylla eitt fráboðanarskjal og lata Skráseting Føroya hetta innan 1. september 2022. Feløg sum verða stovnað eftir 1. februar 2022 skulu senda fráboðanarskjalið inn saman við stovningarskjølunum.

Skráseting Føroya hevur sent tíðindaskriv út við kunning um skylduna at skráseta eigarar. Les tíðindaskrivið her

Vit avgreiða fegin tykkara skráseting.

MENTA Sp/f

Tlf 780 900

MENTA