Ólóglig partaeigaralán fráboðast SØIK

Nýggj herd lóg um hvítvask er sett í gildið 1. juli 2021.

Um eigarar ella leiðsla læna pening frá sínum vinnufelag, kann talan vera um lán ið eru ólóglig jf. vinnufelagslógini §210.

Sum grannskoðarar hava vit nú skyldu at fráboða slíkar ólógligar lántøkur til bakmansløgregluna (SØIK).

Skráseting Føroya hevur sent tíðindaskriv út við kunning um fráboðanarskyldu eftir hvítvasklógini, ið nú eisini fevnir um ólóglig partaeigaralán. Les tíðindaskrivið her

MENTA Sp/f

Tlf 780 900

MENTA