Nú kunnu avlýstir tónleikafestivalar søkja Covid19-stuðul

Nú kunnu avlýstir tónleikarfestivalar søkja um Covid19-stuðul.

Talan er um tónleikafestivalar, hvørs tiltøk hava verið avlýst, ella nógv avmarkað, í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2021 til 1. september 2021 vegna almennu tilmælini um fyribyrging av Covid19. Stuðul verður latin til at endurrinda afturgoldin atgongumerki til tónleikafestivalin. Tó í mesta lagi svarandi til 85% av útreiðslunum í samband við fyrireikingina av festivalinum í 2021. Les lógina her: https://www.kunngerdaportalur.fo/default.aspx?id=3c1ab939-3531-44e9-9ff8-f65ab410a3ec&fbclid=IwAR2lvE6sRaqPwWL3M-l1Uwo_PHOHW173nlVfQxfF0mumc9SkbjPinUEgujQ

Tørvar tær hjálp í hesum sambandi, hjálpa vit fegin.

MENTA Sp/f

Tlf 780 900

MENTA